Seinnapartin í dag fer fótbólturin av álvara á rull. Átta uppgerðir í kappingini um løgmanssteypið eru á skránni, og longu undan umfarinum er tað greitt, at trý lið í bestu deildini seinnapartin verða varpaði úr steypakappingini.
Í grannauppgerðini í Gundadali fer meistaraliðið HB ella B36 at liggja eftir á. Á Sandi verður tað B71 ella steypavinnarin Víkingur, sum skal úr kappingini, og í Streymnesi verður tað EB/Streymur ella NSÍ, sum skal úr steypakappingini.
Tað eru nýggjar tíðir í fótbóltinum í Klaksvík. Í dag skal blaðunga 1. deildarliðið hjá KÍ royna seg á Argjum ímóti Vodafone liðnum hjá AB.
Fyrrapartin hevur tað verið illfýsið við vindi og nógvum avfalli, men enn hevur einki verið at frætt um, at dystir eru útsettir.
Kappingin um løgmanssteypið í dag:
HB-B36 kl. 15.00: Petur Reinert
Undri-ÍF kl. 14.00: Alex Troleis
AB-KÍ kl. 17.00: Ransin Djurhuus
B71-Víkingur kl. 15.00: Eiler Rasmussen
EB/Streymur-NSÍ kl. 15.00: Páll Augustinussen
B68-07 Vestur kl. 15.00: Dagfinn Olsen
FC Hoyvík-TB kl. 13.00: Jóhan Petur Michelsen
FC Suðuroy-Skála kl. 14.00: Lars Müller