Í dag verður fyrsta grannauppgerðin í seks ár

Tað eru níggju ár síðani, at B68 vann stig ímóti NSÍ á Svangaskarði

Fyri fyrstu ferð í seks ár hittast B68 og NSÍ seint seinnapartin í grannauppgerð í bestu deildini. Í 2016 endaði B68 aftast í bestu deildini, og toftamenn spældu í næstbestu deildini øll árini, inntil teir síðsta heyst og eitt sindur óvæntað aftur vunnu rættin at spæla í bestu deildini.

Meðan teir í NSÍ stórfegnaðust um søta steypasigurin í Klaksvík týskvøldið, so var tað vónbrot hjá B68 síðsta sunnudag at tapa 2-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi.

Tað plagdi onkuntíð at vera spennandi og dramatiskt, tá ið innanmenn og uttanmenn tókust á vøllinum, og í hagtølum eru toftamenn framvegis omaná. Teir hava vunnið FM tríggjar ferðir, meðan NSÍ bara eigur FM heitið í 2007 at vísa á.

Í 2016 var lítil spenningur, tí NSÍ fór tvær ferðir av Svangaskarði við trivaligum sigrum – 5-0 og 3-1.

B68 hevur ikki vunnið stig á heimavølli ímóti NSÍ síðani 2012. Tá vann B68 fyrra dystin 3-2, og tann seinni endaði 1-1. Ein av B68 spælarunum fyri níggju árum síðani, er framvegis á liðnum. Tað er Jann Ingi Petersen. Klæmint A. Olsen skoraði bæði NSÍ málini í 3-2 tapinum. Umframt hann eigur NSÍ miðverjin Oddur Á. Højgaard at minnast tann dystin. Tá varð hann skiftur inn á liðið hjá B68.

Allir B68 spælararnir eru tøkir. Hjá NSÍ er Búi Egilsson knæskaddur, og Mórits Heini Mortensen er tøkur aftur, eftir at hann týskvøldið var leikbannaður.