Í dag verður stormur

Er nakað leyst uttanfyri, so er tað nú, tað skal tryggjast.

Í dag verður strúkur í vindi upp í skrið av norði, 10 - 15 m/s, sum seinnapartin veksur vindin til skrið ella storm, 20 - 25 m/s, í støðum við hvirlum upp í orkanstyrki, 35 m/s. Í nátt minkar vindurin aftur til andøvsgul upp í ein strúk 8 - 13 m/s. Skýggjað fyri tað mesta og kavi ella vátakavi. Hitin fellur í dag til millum 3 kuldastig og 3 hitastig. 

 

Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norði, 8 - 13 m/s, sum seinni minkar til 3 - 8 m/s av vestri og útsynningi. Fyrst upp á dagin verður skiftan skýloft og einstøk kavaæl, seinni verður skýggjað og fyri tað mesta turt. Hitin millum 4 kuldastig og 3 hitastig. 

 

Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av útsynningi, seinni av landsynningi, 3 - 8 m/s, sum um náttina veksur til 5 - 10 m/s. Turt og sól fyri tað mesta. Hitin millum frostmarkið og 5 stig, um náttina niður í 5 kuldastig í støðum.