Dagbókin hjá Miu sum bók

Dagbókin, sum fýra ára gamla Mia og abbi hennara Thomas Michael Smith hava skrivað og teknað, er nú komin út sum bók

Tá Mia var fýra ára gomul kom hon ein túr heim til Føroyar, har abbi hennara Thomas Michael Smith skuldi ansa henni, meðan foreldrini hjá Miu gingu til próvtøku í Danmark.

Tey bæði, Mia og abbin, hugnaðu sær óført hesar dagarnar.

Hvønn dag teknaði Mia tað, sum tey bæði upplivdu, í sína lítlu dagbók og abbin hjálpti henni at skriva.

Nú hevur abbin so givið dagbókina hjá Miu út sum bók, so onnur børn eisini sleppa at síggja, hvussu tey bæði hugnaðu sær.

Í bókini ?Miusa dagbók? hoyra vit eisini um, hvussu væl Mia dugir at hjálpa ommuni, og hvussu nógv hon gleðir seg, til mamman og pápin koma heim.

Bókin hóskar eisini væl til børn, sum ikki duga at lesa, tí fínu tekningarnar hjá Miu siga eisini eina rúgvu av søgum.