Dagfinn á nýggjari rockútgávu

Danski rockbólkurin FATE er á veg við nýggjari útgávu. Rockbólkurin var kendur í áttatiárunum, men seinnu árini hava teir eisini verið virknir við framførslum og onkrum nýggjum sangi. Fyri føroyingar er tað áhugavert, at sangarin í bólkinum er føroyskur. Dagfinn Joensen er sangari í bólkinum, og hann syngur sjálvsagt sangirnar á nýggju útgávuni.

 

Fløgan kallast Ghosts From The Past og kemur út í november.

 

- Vit eru lidnir við upptøkurnar, og nú verða sangirnir ljóðblandaðir, sigur Dagfinn Joensen.

Tað er Jacob Hansen, sum hevur framleitt og ljóðblandað nógvan harðar rocktónleik – millum annað Týr – sum tekur sær av ljóðblandingini.

 

13 sangir eru á nýggju útgávuni hjá FATE.