Dagfinn við á vælgerandi fløgu

Dagfinn Joensen, sum er kendur sum sangari í danska rockbólkinum Fate, er aftur aktuellur í sambandi við tónleikaverkætlan uttanlands.

Hann er við í einum projekti, sum kallast Metal for Cancer. Maðurin aftan fyri verkætlanina er australski tónleikarin Richard Ofsoski. Verkætlanin hevur sum endamál at savna pengar inn til bardagan móti krabbameini, og tað verur gjørt við at fáa tónleikarar og tónasmiðir at gera løg sum vera lagd á heimasíðuna www.metalforcancer.com. Har kunnu fólk so downloada sangirnar fyri eina valfría upphædd, men minstiprísur er tó 17 krónur. Pengarnir fara óskerdir til “The Australian Cancer Research Foundation”.

Dagfinn Joensen syngur við á einum sangi, sum svenski tónasmiðurin Henrik Flyman hevur gjørt. Hann syngur sangin saman við øðrum rocksangarum.