Mikudagin hin 10. januar fer Krabbameinsfelagið at hava opið hús. Hetta er eitt tilboð, sum er ætlað fólki, ið hava ella hava havt krabbamein.
Tiltakið verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Havn, og opið verður frá klokkan 13-15.
Í Krabbameinsfelagnum siga tey, at høvi verður henda dagin at støkka inn á gólvið og fáa ein drekkamunn, eitt prát við onnur í somu støðu - ella við starvsfólk hjá felagnum, um tørvur er á tí.
- At hitta onnur í líknandi støðu, sum ein sjálv/-ur, kann gera stóran mun. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at tosa við onnur og seta orð á og deila ymiskar upplivingar.
Í Krabbameinsfelagnum siga tey, at hetta minkar um óttan, og tú fært lættari greiði á kenslum og tonkum, eins og lívsmót og lívsgóðska gerast størri og dagligu avbjóðingarnar lættari.