Gongst, sum landsstýriskvinnan í almannamálum ætlar, so kemur nýggja dagpeningalógin í gildi 1. februar. Lóggávan á økinum er donsk í dag, men sambært avtalu millum stjórnina og Landsstýrið skal øll sosiallóggávan vera føroysk.
Ein arbeiðsbólkur undir Almanna- og heilsumálastýrinum hevur gjørt uppskotið um nýggju dagpeningalógina, sum í stóran mun líkist galdandi lóg, men kortini eru ávísar broytingar.
Eins og í dag er tíðarskeiðið, fólk kunnu fáa sjúkudagpening, 20 vikur. Upphæddin er 80 prosent av lønini, sum ein limur í Føroya Arbeiðarafelag fær sambært sáttmála við Arbeiðsgevarafelagið. Sostatt er talan um eina hækking fyri tey lægstløntu. Hetta er gjørt soleiðis, at dagpengaloftið er óbroytt - 80 % av sáttmálalønini fyri ófaklærd - men at tey, sum ikki røkka hesum lofti, nú fáa møguleika fyri fullum endurgjaldi fyri lønarmissin. Eftir galdandi lóg fáa hesi bert 80 prosent av missinum, tey hava orsakað av sjúku.
Karensdagarnir ikki burtur
Ein broyting, sum uttan iva fer at elva til stórt kjak, er uppskotið um at veita dagpening frá 2. sjúkudegi og ikki 3. sum nú. Hetta er sjálvsagt ein bati hjá teimum tímaløntu í mun til galdandi lóg, men hetta er ikki nóg gott, halda bæði Føroya Arbeiðsgevarafelag og Arbeiðarafelagið.
Feløgini halda, at hesin síðsti karensdagurin skal burtur, og at fólk skulu fáa dagpening frá 1. fráverudegi, eins og fólk í almennum starvi fáa løn frá 1. fráverudegi.
Sambært upprunaliga uppskotinum var ætlanin, at arbeiðsgevararnir skuldu gjalda fyri tann 1. fráverudagin, men eftir at felagið mótmælti, hevur Almanna- og heilsumálastýrið broytt uppskotið. Nú er tað løntakarin sjálvur, sum má gjalda fyri 1. fráverudagin. Arbeiðsgevarafelagið vísti á, vandi er fyri, at teir ikki fara at vísa sama sosiala fyrilit, sum teir gera í dag, um teir skulu gjalda fyri hendan síðsta karensdagin. Víst varð á, at tey, sum eru ofta sjúk, koma at detta út av arbeiðsmarknaðinum, og í seinna enda hevði tað kunnað kosta tí almenna dýrt.
Fara í rættin
Men endaliga uppskotið verður ikki væl móttikið í Føroya Arbeiðarafelag. Felagið vísir á, at mismunur verður gjørdur á alment løntum og teimum tímalæntu, og hetta fer felagið ikki at góðtaka.
- Tað er brot á regluna um líka viðgerð av borgarunum, at lagt veðrur upp til at varðveita mismunin millum løntakararnar, sigur Arbeiðarafelagið í sínum hoyringssvari. Felagið hóttir tí við at fara í rættin við málinum, um løgtingið samtykkir uppskotið.
Arbeiðarafelagið heldur harafturat, at eingin avmarking skal vera fyri, hvussu leingi sjúkudagpeningur kann veitast. Avmarkingin uppá 20 vikur skal burtur, heldur felagið.
16 ára aldursmark
Ein onnur avmarking, sum er í nýggju lógini sigur, at fólk skulu vera 16 ár fyri at søkja um sjúkudagpening. Í galdandi lóg er eingin avmarking, og Føroya Fiskimannafelag heldur, at aldursmarkið skal setast niður í 14 ár. Almanna- og heilsumálastýrið vil kortini ikki ganga hesum ynskinum á møti, tí børn undir 16 ár eru í tvungnum skúlaaldri.
Aðrar broytingar eru eisini í lógini, eitt nú fáa fólk rætt til sjúkudagpening, um hjúnafelagi ella børn gerast álvarsliga sjúk, og hetta er ein munandi bati, heldur Almanna- og heilsumálastýrið.
Tað fer at kosta umleið 47,5 milliónir krónur at umsita nýggju dagpeningalógina, og hetta eru góðar fýra milliónir krónur meira enn galdandi lóg kostaði í fjør.