Dagrøktarbørnini hildu føstalávint

Í gjár, føstalávintsmánadag, vóru umleið 200 dagrøktarbørn í badmintonhøllini. Tey slógu tunnu og fingu jólabollar og saft

Føstalávint

Ein rúgva av grýlukløddum børnum vóru í gjár, føstalávintsmánadag í badmintonhølllini og slógu tunnu. Tað vóru dagrøktarmammurnar í Tórshavnar Kommunu, sum vóru savnaðar at sláa tunnu saman við børnunum. Børnin sóu út til at stuttleika sær óført.
? Vit hava býtt børnini upp eftir aldri, og posarnir, ella tunnurnar, sum tey sláa eru so eisini passaðar til eftir teimum, sigur Annvør K. Niclasen, sum arbeiðir í Spælistovuni á Argjum, har dagrøktarmammurnar eisini halda til.
? Børnini hava gjørt maskur og hattar í spælistovuni. Nøkur av børnunum vóru pyntaði áðrenn tey komu her, og nøkur hava vit so málað og pyntað tá tey komu.
Annvør K. Niclasen sigur, at børnin hava glett seg ómetaliga nógv nú uppundir hetta føstalávintstiltakið. Tey hava enntá talt dagarnar.
? Vit høvdu eitt tílíkt tiltak í fjør, og vit vóru so væl nøgd við tað, at vit valdu at gera tað sama í ár, sigur Annvør K. Niclasen at enda.