Dagsskráin: Viðgera uppskotið um val í ótíð

Ruðuleikin í politisku skipanini má fáa ein enda. Støðan er ørkymlandi fyri allar partar, tí tilvildin ræður. Landsstýrið hevur ikki so mikið sum egnu tingmenn sínar aftan fyri seg, uppskot verða samtykt fullkomiliga uttan um sitandi stjórn, sum tykist onga stevnu hava aðra enn at verða sitandi sum longst. Valstríð er komið í politikkin, viðgerðin síðani ólavsøku kundi tað sama verið skipað sum veljarafundir.

Tað er orsøkin til, at Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, og Kári á Rógvi, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, hava lagt uppskot fram fyri tingið, at Løgtingið samtykkir at skriva út val at verða seint í september.

Uppskotið skal til fyrstu viðgerð í dag, sum nummar fimm í røðini.

Hini málini, sum eru á dagsskránni í dag, eru:

- Fyrsta viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum.

- Fyrsta viðgerð av uppskoti til samtyktar um at útvega eitt nýtt sjúklingahotell í Keypmannahavn og samstundis útvega kollegium til føroysk lesandi.

- Fyrsta viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um 'haugers styrelse og drift'.

- Fyrsta viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunnin.

Tingfundurin byrjar klokkan 11.00.