Dagstovnar ella høsnagarðar ? eitt kommunalt øki í valdysti?

Bogi Eliasen
cand.scient.pol



Børnini eru framtíðin. Hesari útsøgn ivast fáur í, serliga í hesum valtíðum. Men umstøðurnar, viðurskiftini og treytirnar hjá børnum broytast alsamt. Tað er ein náttúrligur partur av samfelagsmenning og broyting. Hjá okkum hevur broytingin havt við sær, at flest øll børn verða ansaði á stovni frá tí tey eru smá, ella rættari frá tí tey sleppa á stovn, til tey klára seg sjálvan. Roknast má við, at flestu kommunur stíla eftir at hava frítíðarskúla, ið hvussu so er trimum teim ynsktu flokkunum. At børnini mugu á stovn at verða ansaði, er ein neyðug avleiðing av at bæði kona og maður mugu arbeiða fyri at svara hvørjum sítt. Hetta er ein náttúrlig avleiðing av javnstøðu, soleiðis at kvinnan nú eisini arbeiðir úti og ger karrieru. Men hvat við børnunum?
Kunnu børn læra?
Fyrr gingu tey og mólu í grannalagnum, vóru við í gerandisdeg-num og fingu førleikar á tann hátt. Í dag má hesin lærdómur í størri mun koma á ansingarstovninum, tí smærru børnini eru ikki so nógvar tímar vakin við hús. Eg eri ikki av teimum, sum mæla til at ansingarstovnar og skúli skulu hava uppalingar-ábyrgdina frá foreldrunum. Eg haldi, at um vit vilja hava eitt samfelag har bæði maður og kona eru á arbeiðsmarknaðinum meðan tey hava børn, má dagstovnaøki neyðturviligani mennast.
Í dag verður dagstovnaøki raðfest niðarlaga. Politiski áhugin tykist einans at vera at arbeiða við bíðilista og syskinaavslátri, tí hetta loysir áleikandi tørvin og gevur møguligar atkvøður.
Avleiðingin er at vit hava børn frá 3 til 7 ár gangandi í barnagarði, uttan at tað eru nøkur krøv til teirra førleikar. Skal dagstovnurin sjálvur taka sær av hesum, krevur tað nógv størri fíggjarligt rásarúm og eina raðfesting av at hava útbúgvin starvsfólk á dagstovnunum. Tað er synd, at vit í dagsins samfelag velja ein leist sum sigur, at børnini ikki skulu læra fyrrenn tey eru 7 ár. Hugsað verður ikki um, at tey skulu sita á skúlabonki í barnagørðum. Tann lærdómur tey fyrr fingu av at ganga uppií heima við hús, hjá ommum og abbum og annars í nærsamfelagnum, má onkursvegna koma inn í dagstovnin. Annars standa vit í tí støðu, at børnini læra minni í dag enn fyri 30 árum síðan. Tí krevst, at kommunurnar ikki bert hugsa innstikaðar høsnargarðar fyri at ansa børnunum kvantitativt, tí foreldrini eru til arbeiðis, fyri at leggja eini 20 % av inntøkuni í kommunukassan. Her eigur so sanniliga eisini at verða hugsað um at menna børnini.
Tað hevur áður verðið víst á, at nógv børn í Føroyum hava atferðartrupulleikar. Møguliga kundi tað hjálpt, um fokus varð sett á atferð longu í barnagarðinum, so børnini longu fáa hjálp har. Hetta hevði somuleiðis spart pening í longdini, tí trupulleik-arnir verða loystir, áðrenn teir gerast ov stórir.
Foreldur mugu krevja?
Broytingar krevja, at vit sum foreldur vilja vera foreldur. At vit hugsa minni um frælsið at vilja hava frí frá børnunum, at foreldrini krevja meiri enn bara ansingartrygd, t.v.s. trygd fyri at barnið sleppur á stovn í morgin, um neyðugt. At brúkararnir eisini krevja av sínum kommunalu politikkarum, at dygdin skal betrast. Sum ein vinmaður segði, "skal bilurin á verkstað, finna vit eitt gott verkstað. Skal barnið á stovn, verða eingi krøv sett".
Metingin er ikki , at vit ikki hava gott fólk á okkara dagstovnum, tí tað hava vit og einans tí gongur tað ikki verri enn tað ger.. Men øki er raðfest ógvuliga aftarliga politiskt, og foreldur og harvið veljarar seta ov fá krøv til leist til politisku skipanina. Tað er ein sannroynd, at tað trupult av fáa lærda arbeiðsmegi til barnagarðar og bara tað, í sjálvum sær, átti at fingið ávaringar-klokkuna at ljóða.
Nógv hevur verið tosað um kommunusamanleggingar og at leggja ábyrgdarøkir til kommunurnar. Barnaansing er eitt sosialt øki, sum kommunurnar hava ábyrgdina av, og ikki ber til at siga at tað er nóg væl røkt.
Røddir eru eisini frammi um heldur at varðveita kommunalu støddirnar og so tillaga skipanina so hon egnar seg betur til stødd-irnar, og at tær smærru kommunurnar keypa tænastur frá teim størru.
Støðuloysi
Í nógvum londum byrja børn í einum slagi av skúla áðrenn tey eru 6-7 ár. Danska skipanin, sum vit í stóran mun hava kopierað, hevur frá tí vit tóku við, fingið fastan forskúla og í stóran mun lagt niður vanliga 10. flokk. Her hava vit, sum støðan er í fleiri ríkismálum, valt ikki at seta nýggjari danskar lógir í gildi, og samstundist valt heldur ikki at ment okkum ein annan veg, men bara standa í stað, í okkara serføroyska støðuloysi. Men heimurin mennist og broytist, eisini fyri børn! Fyri at taka Danmark sum dømi, er nú avgjørt, at børnini skulu hava ein ávísan førleika tá tey fara úr barnagarðinum sum 5-6 ára gomul. Hetta skal m.a. tryggja at børnini er klár at byrja í skúla, umframt at vera ein staðfesting av at børnini partvíst mugu lærast og uppdragast uttan fyri heimið í samfelagsskipanum sum okkara.
Tá vit hava eitt samfelag, sum krevur at bæði maður og kona arbeiða, er neyðugt at børnini verða ansaði. Men bert ansingartrygd innanfyri eitt stik, uttan at geva starvsfólkunum veruligan møguleika at arbeiða langskykt við børnunum, er ikki einum vælferðarsamfelag virðiligt.
Eldraøki
Sami trupulleikin sæst í eldrarøktini, sum er sera krevjandi. Men aftur her hava vit valt at hava eitt samfelag, at børnini ikki hava stóran møguleika at taka sær av foreldrunum tá tey gerast gomul. Hetta pliktar. Tey gomlu skulu heldur ikki bert sita í einum høsnagarði. Ein broyting krevur raðfesting og krøv hvussu játtanin til øki verður brúkt.
Kvantitetur ella nøgd er ikki nóg mikið, vit skulu eisini hava dygd.
Við teim krøvum bara hesi bæði økini seta, má spyrjast um okkara kommunali bygnaður er nøktandi, um framtíðarætlanirnar eru nøktandi ella um hugsast skal av nýggjum. Skal landið t.d. taka sær av slíkum uppgávum, ella skulu kommunurnar gera tað í felag, við at tær smærru keypa tænastur frá teim størru kommununum. Men kommunurnar, kommunupolitikararnir og borgararnir mugu koma við samanhangandi krøvum, uppskotum og vilja til broyting. Tað er uppá tíðina at vit á hesum økjum flyta Føroyar inn í ein føroyskan leist gjørdan til føroyskan tørv og viðurskifti.
Tosa við heimin!
Ein dagin tá eg var og vitjaði ommu mína á einum eldraheimi, sat ein onnur eldri kona undir liðini á mær og tosaði út í tóman heim, men við nógv fólk úr fortíðini. Ein spurdi hana; " hvønn tosar tú við?
? "Allan heimin, eg tosi við allan heimin, er tað ikki púra ørt?". So flenti hon og øll kaffistovan í kíki, meðan hon helt áfram at tosa við allan heimin. Henda lítla hendingin fekk meg at hugsað um hvussu umráðandi tað er, at vit viðhvørt minnast til at tosa við allan heimin og menna okkum, sjálvt um tað kann kennast eitt sindur ørt.