Hvønn mikudag í summar, skipar VILT Adventure fyri dagtúrum í Suðuroynni VILT Adventure, sum er samanrenning av fleiri ferðavinnuveitarum úr Suðuroynni, tekur nú enn eitt stig til at vísa Suðuroynna fram til ferðandi og vitjandi.
Ferðasambandið til Suðuroyar er avbera gott, og við nýggja Smyrli er tað ein dreymur at sigla suður.
Túrðurin byrjar kl. 08.30 í Havn, har Smyrli leggur leiðina framvið Sandoynni, Stóru Dímun og Lítlu Dímun, áðrenn komið verður í land á Krambatanga uml. 10.25.
Hiðani verður farið við serligum VILT Adventure bussi runt í Suðuroynni. Tveir ymiskir túrar eru samansettir, alt eftir hvussu veðrið er.
Á túrinum verður vitjað á søvnum, í kirkjum og á listasavni, umframt at ein upplivir kolaminur, stabbagrót, firðir, fjøll, grindabátar, slupp og bjørg. Ein staðkendur ferðaleiðari er við á túrinum og greiðir frá. Eisini er matur á skránni, umframt at høvi verður at keypa souviners.
Alt hetta kann upplivast, hvønn mikudag frá 06. mai og til 26. august í summar. Bílegging er seinast kvøldið fyri, og verða túrarnir gjøgnumførdir hvønn mikudag, eisini hóast bert ein meldar til.
Nærri fæst at vita á www.vilt.fo