Dagur í vku

Loftmiðlaummæli:

Sat júst og hugdi at danskari sending ? á útlendskari rás ? um ummælarar. Semja var um, at innihaldið skal ummælast, ikki tøkniligar fortreytir og frambrot. Fjøldin av teimum, ið lesur eina lýsing av tøkniligum smálutum, er helst ikki stór.

Men hví havi eg trýst á útlendska rás? Hvussi er við innihaldinum á føroysku sjónvarpsrásini?

Samband ella loysing? Fullveldi, fólkaatkvøða, eingin atkvøða, eingin løgmaður, nýggj Norrøna, milliónir til upplýsing áðrenn atkvøðu, Uttnalandsnevndin á ferð í USA, løgmaður í Bretlandi.

Hetta er nakað av tí, ið hevur sett dám á tíðindarenslið síðstu tíðina.

Tað gongur strúkandi í Føroyum ?ørskapurin er størri enn nakrantíð, vit svimja í pengum, og tykjast ikki hugsa ella minnast 8 ár aftur í tíðina.

Men hesin peningastreymurin hevur ikki sett dám á lønarlagið í Føroyum ? sambært Starvsmannafelagnum, nú beint undan sáttmálasamráðingum.

Og staðfestast kann, at á so mongum økjum er gongulagið ikki merkt av pengatungum lummum. T.d. í Svf.

Tað er so sjáldan, at nakað er at seta seg í stólin til. Tey, ið hava parabol, hava sæð sendingarnar frá DR2 áður. Tey hava eisini betri tilboð í at velja á øðrum sjónvarpsræsum.

Tosað hevur leingi verið um, at myndugleikarnir mugu taka støðu, hvørt vit skulu hava eitt munagott Sjónvarp Føroya, ella sum nú, okkurt ið minnir tíðina, tá fjepparar í sjónvarpsfeløgum syrgdu fyri, at lítið kræsna fjøldin fekk okkurt at sovna av.

Men fjøldin er kræsin nú. Og tað hevur Svf ikki ráð til. Tað er dagur í viku, tá ein góð føroysk sending er á skránni. Í løtuni er skráin merkt av endursendingum. Tað er einki forgjørt í tí. Men bert endursendingar ? tað bítur seg sjálvan í halan!

So tíðin er komin at taka støðu, tí góðar kreftir eru í Svf. Tær skulu bert hava møguleikar at arbeiða. Og tað kostar. Men tað mugu myndugleikarnir taka støðu til.

Hóast trongu karmarnar, so eru glottar. Prix-sendingarnar rigga, fyri at nevna eitt dømi.

Tað kann tykjast býttisligt, soleiðis bert at finnast at. Kritikkur kann jú eisini vera positivur. Men, álvaratos, í hesum rembingartíðum, so átti ein hin fremsti mentanarmiðilin at fingið umstøður. Í løtuni er hetta ein endurspegling av donskum sjónvarpi. Danskar sendingar í úrvali!! Hvat við at nýtt hasar milliónirnar, sum skuldu til ja ella nei upplýsing, til Svf?!

Nú slapp ÚF undan. Har er tó góðska í flestu sendingunum. Armgarð Arge hevur áhugaverdar sendingar, temasendingarnar, haldi tað er Føroyar í Dag, havi verið sera góðar og væl lagdar tilrættis. Og tey í Klaksvík eru ófør, nýggja sms-kappingin í Sputnik er sera skemtilig.

Heiðurin hesa vikuna eigur tó útvarpslesarin, hin tit vita ? Høgni ? sum týsdagin mælti, at møguliga fekk løgmaður karantenu, nú hann kemur aftur úr Bretlandi! Veit, at summi fáa ilt fyri hjartað av viðmerkingum hansara, men tað eru løtur, har tær veruliga sita!!