26. juli, Anna. Hon var móðir Mariu Moy og var gift við Jójakimi. Halgisøgan sigur frá, at tey komin upp í árini eingi børn fingu, og Jójakim rýmdi frá konuni. Men hann vendi heim aftur, tá ið ein eingil hevði boðað honum, at tey skuldu fáa barn. Og tá bar til. Hebráiskt navn, ið merkir hin náðaða ella yndi.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)