Dagurin eitur Grækarismessa

12. mars. Grækarismessa. Til minnis um tann tiltikna pávan, sum fekk navnið Gregorius hin Mikli. Hann doyði 12. marts ár 604. Grækarismessa er ein av teimum døgunum, sum boða várið. Um hetta mundið kemur flytifuglurin tjaldrið aftur, og av mongum verður grækarismessa eisini rópt tjaldursdagurin. Grækarismessuhald, at fagna tjaldrinum, er íkomið í nýggjari tíð.