Dagurin eitur Mariumessa um várið

25. mars. Mariumessa um várið. Til minnis um, at eingilin Gabriel boðaði Mariu Moy frá, at hon skuldi bera frelsaran í heim (Lukas 1, 26-38). Grikska navnið navnið Maria er tað sama sum hebráiska Mirjam, týdningurin er ókendur.

Hoyrdist mýrisnípan láta uppi í luftini á mariumessu, skuldi kavi koma, og tað sama um ross lá fyri mariumesu. 


Venceslaus Ulricus Hammershaimb (Vensil próstur) varð føddur á Steig í Sandavági hendan dagin í 1819.


(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)