Daiva og Sveinur vóru best

Nógvir vinnarar vóru, tá hondbólturin hevði rimmar gallakvøld um vikuskiftið. Størsta heiðurin fingu Sveinur Justinussen og Daiva Toumaite, sum vórðu kosin sum bestu spælararnir í nú farna hondbóltsárinum

Gallaveitslan hevur ongan tíð verið størri enn tað sama, tá dyrnar vórðu lætnar upp í Ítróttarhøllini í Hálsi fríggjakvøldið.

Við á leið 300 veitslugestum varð lagt upp til ein rimmar enda upp á hondbóltsárið, og illa ber til at siga annað enn, at flestu gestirnir mundu fara væl nøgd til hús, tá klokkan aftur nærkaðist teimum ljósu tímunum leygardagin.

Umframt reyp og prát um tað, sum var hent seinasta hálva árið, var hæddarpunktið á veitsluni sjálvandi, tá bestu spælararnir á árinum skuldu kjósast.

Heiðrarnir vóru nógvir í tali, men eingin teirra størri enn heiðurin ársins spælari. Ein heiður, sum ikki óvæntað fór til Svein Justinussen og Daivu Toumaite úr ávíkavist StÍF og VB.

Men hartil vórðu nógvir aðrir vinnarar eisini kosnir, eins og dómarafelagið mundi kenna seg sum stóran vinnara, nú gallaveitslan veruliga hevur fingið eina endurreisn. Fyri fýra árum síðani var nevnliga um reppið, at tiltakið datt niðurfyri, men skal metast eftir fríggjakvøldinum, so tann vandin ikki longur serliga ítøkiligur.