Daiva og VB halda stílinum

Við tryggum sigri í Vestmanna staðfesti VB sína støðu sum finaluaspirantar

VÍF-VB 18-29 (8-16):


Á pappírinum skuldi eingin ivi verið, men VÍF hevur tó argað VB fyrr hetta kappingarárið..

Tað gjørdu tær tó ikki sunnudagin. VB hevur nýtt seinastu mongu vikurnar til at vinna seg í støðu sum FM-finalistar, og ta støðuna høvdu tær ongan hug at sleppa í Vestmanna.

Frá byrjan var VB bragdligari liðið, og tað var skjótt, at munur av álvara kom millum liðini. Sum ikki einaferð, so var Daiva Toumaite stóri spælarin hjá VB, og uttan at taka nakað frá hinum spælarunum á liðnum, so hongur størsti parturin av FM-vónunum hjá VB helst á hennara herðum.

Og tað var sum so eisini lítið, sum VÍF kundi gera, til tess at steðga VB og Daivu. Sum seinni hálvleikur leið, so var tað bert ein spurningur um, hvussu tryggur sigurin hjá VB skuldi verða. Og hjá VÍF var ásannanin helst, at tað ikki var í hesum dystinum, at neyðugu stigini til botnstríðið skuldu vinnast.

Hjá gestunum var lagið hinvegin av tí allarbesta. Boðini um Kyndils-sigurin í Havn gjørdu ikki støðuna verri, og ivaleyst munnu tað vera fleiri í og kring VB, sum longu nú so smátt fara at fyrireika seg til enn tvær – og kanska tríggjar – FM-finalur móti Stjørnuni.


Fakta um dystin

VÍF-VB 18-29 (8-16)

10 min: 1-5

20 min: 4-9

40 min: 12-19

50 min: 14-23

Málskjúttar

VÍF: Liljan Djurhuus 5(1), Fríða Marjunardóttir 4, Ioana Rapa 3(2), Heidi Joensen 3, Katrin Christiansen 1, Finngerð Jensen 1, Torgunn Johansen 1(1)

VB: Daiva Toumaite 15(3), Christina Holm 4, Laila Jespersen 3, Gurið Mortensen 2, Svava Vestergaard 1, Theresa Joensen 1, Monika Samuelsen 1, Carol Kjærbæk 1, Bára Mortensen 1

Brotskøst: VÍF 6, VB 5

Útvísingar: VÍF 2, VB 3

Dómarar: Dámal Paulason & Kári Hansen