1. juni 2016 tekur Borgny Brünings-Hansen við sum prestur fyri Føroyska Kirkjuliðið Sankta Ólavs í Keypmannahavn.
Borgny Brünings-Hansen hevur lisið gudfrøđi á Lærda Háskúlanum í Århus. Síðan 2004 hevur hon verið prestur í Kolding próstadømi, fyrst sum lánsprestur í Seest og Nr. Bjert og síðan sum sóknarprestur í Ødis og Seest sóknum.
Hon er uppvaksin í Dali á Sandoynni. Borgny Brünings-Hansen er gift við Thomas, og saman hava tey tvey børn, Anna Dorthea og Johannes, ávikavist 12 og 8 ár.
Borgny verður skipað í embætið av Ejgil Bang Olsen prósti, sunnudagin 5. juni kl. 16:00 í Hans Egedes kirke – Vardegade 14 á Eysturbrúgv.