Dámar tær at samskipa og dugir tú væl at tosa við fólk?

Farloyvisstarv sum skrivstovufólk í Yrkisdeplinum

 

Yrkisdepilin sóknast eftir einum dugnaligum fólki at arbeiða fulla tíð á skrivstovuni í Yrkisdeplinum í einum farloyvisstarvi frá 6. januar 2025 til 30. apríl 2026.

 

Ábyrgdarøkið hjá stovninum er fjølbroytt. Vit arbeiða tætt saman við lærlingum og arbeiðsgevarum, umframt føroyskum og donskum skúlum. Nógv samskifti er við partarnar bæði umvegis telefon, teldupost, og tá fólk koma inn á gólvið.

 

Saman við okkum, ið starvast her, verður tú við til at tryggja eina góða fyrisiting og at veita okkara viðskiftafólkum eina dygdargóða tænastu. Tú kemur at arbeiða nógv við telduskipanum, eitt nú við journalskipanini 360, við heimasíðuskipan og útgjaldsskipan, umframt øðrum innanhýsis skipanum.

 

Starvið

 

Dagligur rakstur

 

Verða við til at skipa fyri, at dagligi raksturin hjá Yrkisdeplinum verður framdur. Tað er:

 

  • At svara fyrispurningum frá okkara viðskiftafólkum umvegis telefon og teldupost
  • At ansa móttøkuni
  • At stovna mál og journalisera í 360
  • At gera klárt til fundir
  • At røkja skrivstovuna og bókhaldið
  • At loysa ymiskar fyrifallandi uppgávur

 

Skrivarauppgávur

 

  • Fyrireika mál til fundir
  • Avgreiða liðug mál
  • Samskipa fundir og syrgja fyri, at nevndarlimir verða avløntir

 

Førleikakrøv

 

Vit vænta, at tú:

 

  • hevur viðkomandi útbúgving
  • ert ábyrgdarfull/ur, røkin og nærløgd/-lagdur
  • dugir væl at fara við fólki og trívist við at hava nógv at gera
  • hevur góðar telduførleikar
  • hevur hollar førleikar í føroyskum og dugir væl at samskifta í skrift og talu 
  • hevur førleikar til og dugir at lurta eftir og samstarva við fólk við ymiskari sannføring og bakgrund
  • ert tænastusinnað/-ur og dugir væl at fara við fólki
  • ert jalig/-ur av lyndi
  • hevur royndir við og dámar væl at hava við nógvar ymiskar partar at gera
  • hevur góð samstarvsevnir og dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum

 

Annað

 

Tá talan er um ein stovn við einans 5 starvsfólkum, er umráðandi, at øll starvsfólkini eru smidlig og sinnaði at átaka sær tær uppgávurnar, sum eru neyðugar fyri, at stovnurin skal virka á nøktandi hátt.

 

Lønar- og setanarviðurskifti

 

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

 

Vit bjóða

 

Eitt fjølbroytt starv við nógvum skiftandi uppgávum og samskifti bæði innanhýsis og úteftir, har tú ert við til at mynda stovnin. Yrkisdepilin er í stórari menning, og sum skrivstovufólk verður tú við til at seta tín dám á hesa menningina.

 

Umsókn

 

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, C.V. o.ø. skal sendast við telduposti til:

 

starv(at)yrkisdepilin.fo

 

Umsóknin skal vera Yrkisdeplinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 20. november. Starvsbyrjan er mánadagin 6. januar 2025.

 

Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Randi Frederiksberg, stjóra, á tel. 212000.