Dan: Kenslan var góð gjøgnum allan dystin (FM1)

(FM1) Hoyr Dan Brimsvík seta orð á sín fyrsta dyst og sín fyrsta sigur sum høvuðsvenjari í Betrideildini

##med2##

- Kenslan var góð gjøgnum allan dystin.

Tað sigur Dan Brimsvík, høvuðsvenjari hjá B36 aftaná sín fyrsta dyst og fyrsta sigur sum høvuðsvenjari hjá B36 í Betrideildini. Fyrstu dystirnir hjá Dan Brimsvík í fjør vóru í kappingini um løgmanssteypið.

B36 vann 2-0 á 07 Vestur á Dungasandi í Sørvági. Dan Brimsvík greiðir frá, at tað hevði sálarliga stóran týdning, at B36 kom á odda beint undan steðginum.

07 Vestur – B36 0-2 (0-1)

0-1: Bjarki C. Nielsen (44.)

0-2: Martin Agnarsson (64.)

Komandi sunnudag eiga greipuvinnararnir, HB heimavøll móti B36. Dan staðfestir, at talan er um eina stóra uppgávu, men hansara spælarar fara eisini í tí dystinum eftir øllum trimum stigunum. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Dan Brimsvík fyrr í kvøld. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Heðin Askham.

 

(Samrøða: Dan Brimsvík)