Dan og HB vístu meistaraspæl á Tórsvølli

HB avrikið var so spruttandi og sannførandi ímóti NSÍ, at tað er ilt at ímynda sær, at nakað lið skal syfta toppliðið

Tað var ordilig maktdemonstratión á Tórsvølli seinnapartin. HB vann 2-0 ímóti NSÍ, og úrslitið kundi væl verið bæði 4-0 og 5-0.

Bæði í verju og álopi vóru heimamenninir so sera sannførandi. Væl skjótari enn mótstøðumenninir á beinunum og í spælfatan, og tað bar við sær heilt sannførandi verjuspæl, og at NSÍ so at siga ongantíð megnaði at vinna seg í heilt upplagdar málmøguleikar. Klæmint A. Olsen hevði ein møguleika í seinna hálvleiki, men annars var NSÍ liðformaðurin fullkomuliga pakkaður inn.

Frá fyrsta bríksli hevði heimaliðið fult tak á, og liðavrikið og samanspælið vóru sannførandi. Tað vóru nógvar spentar støður í NSÍ brotsteiginum, og HB spældi seg til góðar málmøguleikar, uttan at tað fyrsta hálva tíman eydnaðist at fáa bóltin inn um væl upplagda Tórð Thomsen í NSÍ málinum.

Tá ið stórur hálvur tími var farin, hevði HB gyltan møguleika at seta hol á. Alex Troleis bríkslaði fyri brotssparki ímóti Dan í Soylu, sum Mikkel Dahl tók sær av. Hann royndi at senda Tórð Thomsen í annað borðið, men Tórður stóð, og so var lætt hjá honum at bjarga, tá ið Mikkel Dahl við vánaligum skoti royndi at leggja bóltin til høgru fyri seg sjálvan.

Tíggju minuttir undan steðginum fekk HB hol á. Daniel Johansen legði við frísparki úr vinstru og flatt fram til Mathias Nygaard, ið var púra leysur, tá ið hann snaraði sær á og spældi út til sera væl upplagda Dan í Soylu, ið skotfintaði, áðrenn hann av brotsteigarmarkinum setti bóltin inn við stólpanum, meðan NSÍ verjan hugdi at.

Fram ímóti steðginum minkaði heimatrýstið, og tá eydnaðist NSÍ nakrar ferðir at vinna seg í álop og at vinna tvey hornaspørk, uttan at tað varð vandamikið.

Eftir steðgin legði HB fyri í somu øði, og longu í fyrsta minutti stórbjargaði Tórður Thomsen.

Sjey minuttir eftir steðgin fekk Klæmint A. Olsen gylta møguleikan, tá ið Salmundur Bech spældi hann leysan frammanfyri Samuel Johansen Chukwudi, men so var dagsins maður, Dan í Soylu, aftasti maður og taklaði.

Tríggjar minuttir seinni spældi Dan í Soylu í hinum endanum Hilmar Leon Jakobsen blankan, men nýggi maðurin í HB álopinum sendi bóltin omanfyri málið.

Og so var tað, tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, at HB økti til 2-0 og tók spenningin burtur. Aftur var tað Dan í Soylu, sum var høvuðsleikari. Hann dró og dró fram eftir miðásinum. NSÍ verjan bakkaði og tøvdi. Dan í Soylu smekkaði til úr 20 metrum, bólturin tók í hælin á Oddi Á. Højgaard og snýtti Tórð Thomsen og fór í málið.

NSÍ royndi at vísa rætta hugburðin, men mótstøðumenninir vóru so framúr stinnir. Mathias Nygaard, Dan í Soylu og Heðin Hansen ráddu á sentrala miðvøllinum, Daniel Johansen var grammur og neyvur í vinstru, og Mikkel Dahl og Hilmar Leon Jakobsen arbeiddu sum leyvur í fremstu røð.

Í verjuni spældu Bartal Wardum og Samuel Johansen Chukwudi við stórum sjálvsáliti í miðverjuni, og Jógvan Rói Davidsen og Heri H. Mohr vóru stinnir í verjuborðunum.

Tórður Thomsen var raskur í NSÍ málinum. Síðstu fáu minuttirnar var um reppið, at tað eydnaðist NSÍ at minka um munin. Tað eydnaðist ikki, og gongdin vísti, at í løtuni er NSÍ ikki tað liðið, sum hevur møguleika at bjóða toppliðnum av. Um nakað annað lið fer at megna at bjóða HB av, fer tíðin at vísa.

Í løtuni er ilt at fáa eyga á tað liðið.

https://www.in.fo/myndasavn/

 

HB - NSÍ 2-0 (1-0)

1-0: Dan í Soylu 38.

2-0: Dan í Soylu 65.

Dómari: Alex Troleis

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Heri H. Mohr – Mathias Nygaard (René Shaki Joensen, 66.), Dan í Soylu, Heðin Hansen, Daniel Johansen – Hilmar Leon Jakobsen (Pætur J. Petersen, 56.), Mikkel Dahl (Ási Dam, 82.)

Gult kort: Mathias Nygaard

Venjari: Jens Berthel Askou

NSÍ: Tórður T. Thomsen – Jákup Jakobsen, Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft – Salmundur Bech (Búi Egilsson, 66.), Jesper Flinck Christjansen, Betuel Hansen, Jann S. Benjaminsen – Steffan A. Løkin (Hans Marius Davidsen, 82.), Klæmint A. Olsen 

Gult kort: Salmundur Bech, Jákup Jakobsen, Jann J. Benjaminsen

Venjari: Glenn Ståhl