Dania og Kaj í Bartalstovu diamantbrúdleyp

Í dag, 16. desember, hava Dania og Kaj í Bartalstovu í Syðru­gøtu verið gift í 60 ár.
Dagurin verður hildin í Filadelfia í Gøtu tann 28. de­sember kl. 14-18, har høvi verður til at heilsa uppá hetta gamla, men framvegis unga parið, sum so nógv kenna.
Dania er úr Porkeri. Hon lærdi tíðliga lívsins álvara at kenna. Hon var bara 6 ára gomul, tá ið hon misti mamm­una, sum doyði av náta­sjúkuni í 1937. Eftir sótu fýra systkin. Margith giftist til Eiðis og Elisabeth giftist til Kollafjarðar. Tær blivu eisini fiskimannakonur. Beiggin, Jo­hannes, bleiv verandi í Por­keri. Pápin, Hans Pauli, giftist aftur við Bettu, og tey fingu Karin Helenu og Pola.
Missurin av mammuni gjørdi sítt til, at tað hevur ver­­ið óvanliga gott samband mill­um hesar ættir í fleiri ættar­lið.
Dania kom at búgva í Hvalba hjá pápabeiggjanum, Thormann Sørensen og konu hansara, Jastrid. Seinni kom hon til Havnar at arbeiða, og her hittir hon Kaj. Tey giftust og búsettust í heimbygdini hjá honum.
Kaj hevur siglt allar sínar dagar. Dania hevur tískil í eins stóran mun verið fiski­mannakona, og hon hevur verið eitt dyggiligt umboð fyri tann “stættin”, sum hevði ábyrgd av heim og familju, meðan maðurin var burtur.
Kaj er sonur Lenu og Hans í Bartalstovu í Syðrugøtu. Hann hevur fyrst og fremst siglt við trolara sum yvir­mað­ur. Fyrstu nógvu árini var hann nógv saman við Hvannasundsbeiggjunum. Hann sigldi við “Bóndanum”, Jóannes Patursson, sum var ein tann mest framkomni trolarin í 1950-unum. Seinnu árini sigldi hann við rækju­skipum sum “Logos” og “Artic Viking”.
Kaj sigur, at hann er far­in “um Kappan” 200 ferðir. Hetta merkir, at hann hevur verið einar 100 túrir til fiski­skap í Vesturgrønlandi og Canada. Flestu túrir hava vart í mánaðir, og hesar leiðir kunnu vera sera harðbalnar. So her man ofta hava staðið nógv á.
Slíkt lív krevur sín mann, og Kaj er eisini kendur sum ein koyrari. Har hann var, skuldi alt ganga skjótt fyri seg! Tað er ógvuliga stuttligt at hoyra hann greiða frá sín­um sjólívi, sum í Rás 2 fyri kortum. Tá kom eisini til sjóndar, at hann hevur evni sum sangari, eini evni, sum vit onnur alt seint hava fing­ið gleði av!
Hann var 68 ár, tá ið hann legðist uppá land.
Hóast Kaj gongur á 90. ári, so merkist hetta als ikki. Hann er nærum líka bragd­ligur enn. Sum tá ið hann sigur: “Satt at siga, so gavst eg sjólívinum 10 ár ov tíðliga!”
Tey eiga børnini Kristi­anna, gift við Djóna Ennigarð, Hans Leo, giftur við Onnu Mariu f. Isaksen, Torri og Jógv­an Páll, sum øll búgva í heimbygdini. Systirdóttir Daniu, Hjørdis, kom at búgva hjá teimum, tá hon seks ára gomul misti mammuna, Elisa­beth. Hon er gift við Er­ling í Liða, tey búgva á Argj­um.
Ættin í Bartalstovu er fyri ein stóran part ímyndin av fótbólti í Gøtu. Hesum hevur Kaj eisini gingið upp í við lív og sál, ikki minst, tá ið synir og abbasynir hava spælt. Hann hevur hugt eftir hvørjum dysti, men nú er hann “leikbannaður”. Læknin heldur ikki, at hansara gamla hjarta tolir, at hann sær fleiri dystir!
Men so ymisk kunnu hjún vera. Dania hevur neyvan hugt eftir so mikið sum ein­um dysti. Men tá hennara spælarar koma aftur til hús, hevur Dania tikið upp, og tá hevur hennara partur ikki ligið eftir. Dania hevur passað “heimafrontin” við stórum dugnaskapi, og tað ger hon enn. Hon hevur uttan hóvasták og háva hildið og røkt sítt heim til lítar.
Tey bæði hava alla sína tíð havt eitt fyrimyndarligt heim, har hurðarnar altíð hava verið opnar. Og blíð­skap­ur hevur verið teirra fremsta eyðkenni. Tey eru sum sagt sera familjukær, og ein kennir seg altíð sum heima hjá teimum. Hóast ymisk av lyndi rigga tey væl saman ella kanska júst tí. Kaj er tann meira forti, meðan Dania er tann friðarliga, og hetta eru ofta eginleikar, sum rigga væl saman.
Sum sagt halda tey dagin í Filadelfia, har tey alla sína tíð hava verið dyggir stuðlar. Hetta er ein serstakur dag­ur í Filadelfia. Sama dag giftist sonardóttirin Eydis í Filadelfia við Páll Skýlindal í Havn.
Ynskt verður teimum hjarta­liga tillukku við hesum stóra degnum við bestu ynskj­um framyvir.
---
Óli í Tjørnustovu