Daniel og liðfelagarnir lupu hvøkk á superligaliðið Silkeborg

Daniel Johansen og liðfelagarnir í Thisted ruku út úr steypakappingini, men teir skoraðu fyrst í dystinum móti Silkeborg

Daniel Johansen og liðfelagarnir í Thisted, ið spælir í triðbestu donsku fótbóltsdeildini spældu í kvøld á heimavølli móti superligaliðnum, Silkeborg í donsku steypakappingini.

 

Silkeborg vann ikki so óvæntað dystin 3-1.

 

Tað vóru tó Daniel og liðfelagarnir sum lupu hvøkk á superligaliðið tíðliga í dystinum.

 

Longu tá 17 minuttir vóru leiktir legði Ahmad Gero Thisted á odda 1-0 til stóra gleði fyri heimafjøldina.

 

Silkeborg kom tó skjótt yvir skelkin. Bert tríggjar minuttir seinni javnaðu teir til 1-1, og í steðginum var Silkeborg á odda 3-1, ið eisini gjørdist endaliga úrslitið av dystinum.

 

Daniel er aftaná at hava roynt seg ímóti einum superligaliðið eina roynd ríkari. 

 

Ígjár megnaði AB uttan Hørð H. Askham, ið bleiv spardir til dystin at vinna seg víðari í steypakappingini við einum 3-2 sigri á FA 2000, ið eisini spælir í triðbestu deildini. FA 2000 var á odda 2-0 í steðginum, men tað eydnaðist AB at javna til 2-2 í seinna hálvleiki, og at vinna 3-2 aftaná longda leiktíð.

 

Martin Agnarsson hjá Viborg og Gilli R. Sørensen hjá Vejle eru báðir uttanfyri við skaða, men liðini hjá teimum Viborg og Vejle megnaðu eisini at vinna seg víðari í steypakappingini.

 

Viborg vann seg víðari við harðvunnum 4-3 (1-0) sigri á Esbjerg úr triðbestu deildini á útivølli, og Vejle vann seg víðari við 7-0 (3-0) stórsigri á jyllandsseriuliðnum, TST á útivølli.