TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Daniellu Joensen hjá VÍF, sum skoraði fýra mál fyri lið sítt, tá VÍF fyrr í kvøld tapti 22-25 (10-15) ímóti Kyndli.
Daniella Joensen iðrar seg um, at hon og liðfelagarnir mistu ímóti endanum. Í seinna hálvleiki fingu vestmannakvinnur hálað væl inn á leiðsluna til Kyndli, men tá á stóð koppaði dysturin til Kyndil. Daniella Joensen heldur, at tað er alt ov ofta, at tær fella ta seinastu løtuna av dystinum.
Men Daniella Joensen staðfestir, at byrjanin har VÍF var aftanfyri 2-7 var eisini nakað, sum gjørdi setningin ringan. Ta einu løtuna vóru vestmannakvinnur aftanfyri við átta málum. Leikliga er Daniella Joensen nøgd við, at hon og liðfelagarnir vunnu seg væl uppaftur í seinna hálvleiki.
Nú ætla vestmannakvinnur at stríðast fyri at fáa bronsuheiðursmerki.
Støðan í Hvonndeildini: