Danielle Mitterrand, sum var gift við fyrrverandi franska forsetanum Francois Mitterrand, doyði í morgun, 87 ára gomul.
Danielle Mitterand var fødd tann 29. oktober í 1924 í býnum Verdun. Pápin var lærari og sosialistur, men misti læraraarbeiðið, tí hann hevði ikki kunnað týska hersetingarvaldið um, at hann hevði jødisk børn í skúlanum.
Stutt eftir at týskararnir høvdu hersett tað mesta av Fraklandi í 1940, fór Danielle upp í ta fronsku mótstøðurørsluna sum sjúkrasystir, hóast hon bara var 17 ára gomul. Har møtti hon Francois Mitterand, sum eisini var í mótstøðurørsluni.
Danielle Mitterand var á mangan hátt ørvísið enn hinar fronsku forsetakonurnar, skrivar Reuters. Hon var politiskt virkin á fleiri økjum og styðjaði alment kurdarnar og fólkið í Tibet eins o0g Fidel Castro.