HM-finalan í manshondbólti gjørdist ein marra fyri tað danska liðið og teir, sum standa fyri tí. Eitt var, at Danmark tapti, men tapið bleiv tað størsta í einari finalu í mong ár.
Spania vann dystin 35-19 eftir hálvleiksstøðuna 18-10. Tað er lítið at ivast í, at spanski sigurin kundi verið størri, tí tann seinasta partin av dystinum sótu fleiri av teimum bestu sponsku spælarunum uttanfyri.
Teir donsku viðmerkjararnir, sum yvirhøvur høvdu góðar vónir undan dystinum, brúka orð sum "óvirðiligt" og "skomm" nú aftaná.
HM endaði sostatt við gulli til Spania, silvuri til Danmark og bronsu til Kroatia.