Danir bíða eftir føroyskum útspæli

Danski løgmálaráðharrin er klárur at koma til Føroya til ávegis samráðingar í fullveldismálinum, so skjótt hann fær eitt útspæl frá landsstýrinum

 

Orsøkin til, at eingin av avtalaðu ávegis samráðingarfundunum í fullveldismálinum enn er hildin millum danskar ráðharrar og føroyskar landsstýrismenn er, at einki útspæl er komið frá føroyingum.-

Hetta staðfestir danska forsætismálaráðið fyri Sosialinum.

Poul Nyrup Rasmussen og Anfinn Kallsberg hava avtalað, at danski løgmálaráðharrin, Frank Jensen, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum, skulu hittast í Føroyum at samráðast um felags umsiting og ríkisborgararættindi.

Hendan avtalan stendur við, siga høgt standandi embætisfólk hjá danska forsætisráðharranum.

? Frank Jensen er til reiðar at koma til Føroya so skjótt hann hevur fingið eitt útspæl frá landsstýrinum at samráðast eftir, eru boðini úr forsætismálaráðnum.

Ætlanin var eisini, at danski búskaparráðharrin, Marianne Jelved, skuldi koma til Føroya at samráðast við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um hvussu Føroyar kundu fáa eitt gjaldoyrasamstarv við Danmark, um Danmark fór upp í samstarvið um evruna.

Men tá úrslitið av donsku fólkaatkvøðuni um evruna var eitt greitt nei til evruna, heldur hvørgin parturin hendan fundin vera neyðugan.

Fjóðra umfar av fullveldissamráðingunum verður í Keypmannahavn hósdagin 26. oktober. Tískil má ávegis samráðingarfundurin millum Frank Jensen og Høgna Hoydal haldast innan fjúrtan dagar.