Danir bumbaðu Libya við bumbum úr Ísrael

Tá donsk F 16-jagaraflogfør bumbaðu mál í Libya í fjør, brúktu tey serligar beinraknar bumbur, sum danir høvdu keypt úr Ísrael. Tað váttar verjuovastin, Peter Bartram, fyri Politiken. Hann sigur, at tað danska flogvápnið hevði ongar bumbur eftir á goymslu, og at verjan gjørdi av at keypa nakrar frá ísraelsmonnum.

Upplýsingarnar í Politiken koma óvart á Arabisku Samgonguna, sum samtykti at taka undir við at lata NATO-flogfør bumba loftverjuna hjá Moammar Gaddafi.

-Tað er púra nýtt fyri mær, at ísraelsk vápn vórðu brúkt í álopinum. Tað visti eg ikki, sigur Nada Elagizy, sum er kunningarráðgevi hjá Arabisku Samgonguni.

Politiken hevur fingið innlit í eftirmetingina, sum danska flogvápnið gjørdi aftan á Libya-kríggið. Mikudagin fekk blaðið orð á verjuovastan, og har váttaði hann, at danir brúktu ísraelskt lóður undir álopinum á Libya.