Danir eru álitið hjá føroyska heilsuverkinum

Hvønn einasta dag verða fleiri føroyskir sjúklingar sendir á sjúkrahús uttanlands til serviðgerð

Og tað eru framvegi sjúkrahús í Danmark, sum eru tað stóra álitið hjá okkara heilsuverkið. Men samstundis verða nakir sjúklingar eisini sendir, bæði til Íslands, og til onnur lond eisini.

Nú Løgtingið viðgerð fíggjarlógina fyri næsta ár, hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumákum, upplýst fyri Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, at tað er í høvuðsheitum til sjúkrahús í Danmark, at Landssjúkrahúsið sendir føroyskar sjúklingar

Higartil í ár eru 1363 føroyskir sjúklingar sendir á sjúkrahús uttanlands til serviðgerð, og av teimum eru 1224 sendir á sjúkrahús í Danmark.

Sostatt eru 90 prosent av sjúklingunum sendir til Danmarkar, og av teimum eru 80 prosent send á ríkissjúkrahúsið, ella á onnur sjúkrahús á Keypmannahavnarleiðini, har tær ymsu serviðgerðirnar eru.

Men annars eru 20 sjúklingar sendir til Kroatia, har tey, eitt nú fáa viðgerð fyri Psoriasis, 116 sjúklingar eru sendir til Íslands, ein er sendir til Noregs og ein til Zürich.

Tey, sum verða send til Íslands, eru í høvuðsheitum sjúklingar við bróstkrabba, undirlívskrabba og sjúklingar, sum skulu leggjast undir skurð fyri æðrasjúkur. Men har fara eisini pør, sum verða viðgjørd fyri barnloysi.

Sirið Stenberg sigur, at Landssjúkrahúsið hevur støðugt eftirlit við viðgerðinum fyri at tryggja, at tær eru fakliga nøktandi nøktandi.