Danir kenna ríkisfelagsskapin

Ein kanning, sum Sjúrður Skaale hevur latið gjørt um vitanarstøðið hjá dønum, tá tað um Føroyar ræður, vísir, at tað er nógv, ið danir ikki vita um Føryar.

Men tá tað kemur til ríkisfelagsskapin, vita 84% av dønum, at Danmark, Føroyar og Grønland hoyra við til felagsskapin.

Tað skal tó sigast, at 10% halda, at Ísland eisini hoyrir heima í ríkisfelagsskapinum, og tað er kanska ikki so gott. 4% siga seg ikki vita, meðan tvey prosent halda, at Danmark, Ísland og Grønland eru í ríkisfelagsskapinum.

78% av dønum vita, at Føroyar eru ein sjálvstýrandi partur av danska kongaríkinum, meðan 12% halda, at Føroyar eru eitt egið land. 5% halda, at Føroyar eru ein landslutur í Danmark á sama hátt, sum eitt nú Bornholm.

68% av spurdu dønunum siga, at Føroyar hava egnar sjálvstøðugar politiskar flokkar, meðan 19% halda, at tað finnast bæð føroyskir flokkar og deildir hjá donskum flokkum í Føroyum.

61% siga, at Føroyar hava egna stjórn, meðan 32% halda ikki. Og heili 75% vita, at Føroyar eiga tvey fólkatingsumboð. 76% halda, at danska grundlógin eisini umfatar Føroyar, og 61% halda, at føroyingar hava egnan tjóðarskap, vísir kanningin hjá Sjúrða Skaale.