“A.P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal” hevur játtað upp í 25 milliónir krónur til stórhøllina, Føroya Arena, sum ætlanin er at byggja við Stórutjørn í Havn.
Hesum boðar arbeiðsbólkurin fyri Føroyar Arena frá í einum skrivi í dag.
Ein arbeiðsbólkur hevur seinasta hálva árið arbeitt við at savna pengar til verkætlanina, eftir at Tórshavnar Býráð í fjør gav tilsøgn um at stuðla stórhøllini við 108,6 milliónum krónum, um tað ber til at savna tilsvarandi upphædd frá øðrum stuðlum.
– Arbeiðsbólkurin væntar í næstum at hava fingið allan peningin til vega, og tá verður greitt nærri frá, hvussu víðari skal farast fram í verkætlanini, siga fyrireikararnir.
Í arbeiðsbólkinum sita Niels Mortensen, Tummas Justinussen og Jón Sigurdsson, sum fóru til verka at savna pengar inn eftir áheitan frá Heðini Mortensen, borgarstjóra. Dennis Holm og Jógvan Emil Nielsen samskipa arbeiðið. Teir úr arbeiðsbólkinum siga soleiðis í sambandi við stuðulin frá A.P. Møller grunninum:
– Føroya Arena er eitt týðandi stig á leiðini at menna føroyskan ítrótt. Stórhøllin skal vera ein altjóða góðkendur tjóðleikavøllur til innandura ítrótt – t.d. hondbólt, flogbólt, fimleik, kurvabólt, stríðsítrótt, borðtennis, tennis, badminton, dans, bogaskjóting og biljard. Føroya Arena verður eisini karmur um konsertir, ráðstevnur, mentanartiltøk og onnur stór tiltøk, umframt at stórhøllin skal hýsa ymiskum heilsutilboðum. Føroya Arena verður eisini partur av føroysku tilbúgvingini, verður sagt í skrivinum í dag.
Sostatt er nú fitt av peningi samlað saman til stóru verkætlanina. Síðst í fjør bleiv nevniliga eisini greitt, at føroysku fólkatingsmenninir høvdu fingið 30 milliónir krónur settar av á donsku fíggjarlógini til hesa somu stórhøll.