Danir pakka bankapakkan og seta treytirnar

Føroyskir myndugleikar sleppa ikki at taka lut í fyrireikingunum til tann næsta bankapakkan Tað ger Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, greitt í brævi til Kaj Leo Johannesen, løgmann, sum fyri einum mánað síðani spurdi, um føoryskir myndugleikar fóru at verða tiknir upp á ráð, tá stjórnin fór at fyrireika tann næsta bankapakkan.

Men stjórnin fer ikki at spyrja føroyingar um ráð. Forsætisráðharrin skrivar, at stjórnin fer at kunna føroyingar um pakkan, tá arbeiðið er komið so langt, og at so verður tað upp til føroyingar, sum teir vilja verða við í pakkaskipanini.

Men tað verður danska stjórnin, sum fer at seta treytirnar, skrivar forsætisráðharrin.