Danmark legði bragdliga fyri á Santiago Bernabeu í Madrid. Men tvey tøtt og óneyðug gul kort til Niclas Jensen bóru við sær, at Danmark í meiri enn ein tíma varð undirmannað. Spania dugdi at fáa sær fyrimun av hesi støðuni.
Tá ið góður hálvur tími var farin, sneiddi Morientes um seg sjálvan og legði so Spania á odda 1-0. David Villa gjørdi donsku mótbrekkuna enn tyngri, tá ið hann ein minutt undan steðginum sneiddi seg leysan og trygt setti bóltin í netið til hálvleiksstøðuna 2-0.
Danmark fekk dreymabyrjan uppá 2. hálvleik, tá ið Michael Gravgaard eftir langt innkast stútaði bóltin í netið.
Men tað var torført hjá undirmannaða danska líðnum. Danmark stríddist, og tað var um reppið, at teir javnaðu.
Danski venjarin, Morten Olsen var í øðini inn á dómaran. Tað bar at enda við sær, at danski venjarin varð burturvístur. Reyða kortið ber við sær, at Morten Olsen mikukvøldið, tá ið Danmark í Parkini fer at spæla ímóti Svøríki, ikki fer at sita á venjarabeinkinum, men fer at sita millum áskoðararnar.
Svøríki er framvegis oddalið í bólki F. Sviar hava fulla úrtøku - 12 stig eftir fýra dystir. Norðurírland er næstfremst við tíggju stigum, Danmark er á triðja plássi við 7 stigum, og Spania hevur 6 stig. Norðurírland hevur spælt fimm dystir, og Spania og Danmark hava spælt fýra dystir.