– Danir skulu vita meira um Føroyar

– Tá eg gekk í skúla, fingu vit rættiliga nógv at vita um Føroyar og Grønland heilt tíðliga, sigur Drotning Margretha

– Eg haldi, tað hevði verið sera gott, um fleiri í Danmark vistu, hvat Føroyar og føroyingar eru.

 

Tað segði Margretha Drotning á tíðindafundi á Tinganesi fyrrapartin í gjár.

 

– Tað sama við Grønlandi, segði hon.

 

– Eg havi havt høvi at uppliva bæði Føroyar og Grønland ofta, og eg havi havt áhugað fyri hesum, longu áðrenn eg hevði vitjað Føroyar og Grønland.

 

Drotningin kom eisini við einum lítlum skoti til danska skúlaverkið.

 

– Tá eg gekk í skúla, fingu vit rættiliga nógv at vita um Føroyar og Grønland heilt tíðliga. Eg eri ikki heilt sikkur uppá, at man í dag fær tað sama. Men kanska taki eg feil.