Danir spæla avgerandi dyst

Fótbóltur: Fær danska landsliðið javnleik á útivølli móti Grikkalandi, eru teir í HM-endaspælinum

FÓTBÓLTUR: Danska landsliðið skal leygardagin spæla móti Grikkalandi, og dysturin hevur stóran týdning fyri møguleikarnar hjá dønum at sleppa við til HM-endaspælið í Fraklandi í summar.

Fær Danmark javnleik hava teir vunnið fyrsta plássi í sínum bólki, og so er luttøkan í HM-endaspælinum tryggjað.

Landsliðsvenjarin Bo Johansson hevur úttikið sínar spælarar til dystin og teir eru:

Peter Schmeichel, Manchester United, Mogens Krogh, Brøndby, Ole Tobiasen, Ajax Amsterdam, Michael Schjønberg, Kaiserslautern, Jan Heintze, Leverkusen, Jes Høgh, Fenerbahce, Marc Rieper, Celtic, Thomas Helveg, Udinese, Jacob Laursen, Derby, Allan Nielsen, Tottenham, Bjarne Goldbæk, FC København, Søren Colding, Brøndby, Jon Dahl Tomasson, Newcastle, Morten Wieghorst, Celtic, Miklos Molnar, FC Sevilla, Peter Møller, PSV Eindhoven, Brian Laudrup, Glasgow Rangers, Michael Laudrup, Ajax Amsterdam.

Dysturin hevur eisini stóran týdning fyri grikkar, sum framvegis hava lítlan møguleika fyri at koma víðari til endaspælið. Hjá eimum er neyðugt at vinna dystin, og í vikuni heitti griski landsliðsvenjarin alment á fólki um at stuðla sínum liðið. Væntandi er, at venjarin fær sekkin um lið hansara ikki vinnur móti Danmark.

Dystirnir hjá Føroyum og Danmark eru ber nakrir av mongum spennandi landsdystum sum vera leygardagin.

Ein av teimum heilt stóru dystunum verður millum Italia og England, sum dystast um oddasessin í bólki 2. England kann standa seg við javnleiki, meðan italiumenn mugu vinna.

Finland spælir avgerandi dyst móti Ungarn, og Svøríki kann koma við til endaspælið um teir vinna Estlandi. Noregi er liðugt at spæla sínar dystir og kom trygt við til endaspælið næsta summar.