Í kvøld er Danish Music Awards á skránni, har tey bestu innan danskan tónleik verða heiðrað. Eisini verða fleiri framførslur á skránni eitt nú frá fløguaktuella Rasmus Seebach.
Sendingin verður víst á TV2 í kvøld kl. 19.00.
Umframt Rasmus Seebach eru eisini framførslur frá Medina, Nik&Jay, Burhan G. og Tim Christensen.
Nik&Jay hava seinastu dagarnar verið nógv frammi í miðlunum. Orsøkin er, at sendingin Detektor hjá DR2 fyrr í vikuni avdúkaði, at Nik&Jay hava ført falskar upplýsingar fram í sínari marknaðarføring. Ofta hevur verið at hoyrt, at NIk&Jay eru kendir av 97 prosent av danska fólkinum, og at hetta faktum kemur frá einari vísindaligari kanning. Men sendingin hjá DR2 fann fram til, at Nik&Jay einans eru kendir av áleið 63 prosent av danskarunum, og tí hava logið um kanningina og sína egnu undirtøku.
Rasmus Seebach fer at pallin við einum kóri, sumt telur 50 fólk, og kórið er stjórnað av føroysku Lindu Andrews.
Linda arbeiðir til dagligt við kórleiðslu, og skal nú standa á odda fyri kórinum, sum skal framføra beinleiðis í Forum til Danish Music Awards.