Dánjal og ÍBV taptu á útivølli

Verandi meistararnir hava fingið eina heldur trilvandi byrjan upp á kappingarárið í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV ferðaðust í dag úr Heimey til Seltjarnarnes fyri at spæla dyst móti Gróttu í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

ÍBV tapti dystin 31-35. Í steðginum var ÍBV á odda 16-14, men í seinna hálvleiki gekk væl verri í hond hjá eyjamonnum.

 

ÍBV sum er verandi meistaraliðið hevur fingið eina heldur trilvandi byrjan við bert fýra stigum aftaná teir fyrstu fýra dystirnar í kappingini.

 

Dánjal skoraði eitt mál fyri ÍBV í kvøld.

 

7. oktober hevur ÍBV heimadyst móti KA.