Argjamenn og Øssur Hansen halda fram við góðu gongdini. Í kvøld vunnu teir trý stig í Gundadali.
AB greiðir soleiðis frá á fb síu síni:
Nøkur vøkur estetisk uppliving var tað ikki, men tey trý stigini komu so í hús. AB vann fyrr í kvøld 2-1 ímóti næstbesta liðnum hjá B36 í Gundadali.
Fyrri hálvleikur var illa spældur, og okkara menn gjørdu alt ov nógvar villur. Tað batnaði nakað í seinna hálvleiki, og vit koma á odda, tá eitt innlegg frá Luca Ørsted Thorstensen endar hjá Bjarka C. Nielsen, ið við innarusíðuni stýrir bóltin í mál til 1-0.
Miðkeiðis í seinna hálvleiki javnar B36, tá ið teir hvítu alt ov lætt spæla seg fríar og skora til 1-1.
Nú líktist tað einum javnleiki, men vit hava fingið eitt gott vápn í álopið, ið hevur gjørt mun fleiri ferðir í ár. Dánjal Danielsen, sum vanliga er verjuleikari, er blivin framherji burturav, og tað hevur givið góða úrtøku.
Eftir 84 minuttir sendir Bjarki C. Nielsen eitt innlegg innfyri, og har er tað okkara nýggi targettmaður, Dánjal, sum takkar fyri álitið og stútar bóltin í málið til 2-1, sum gerst endaliga úrslitið.
Hetta er sætta málið hjá Dánjali í ár, og í skrivandi løtu er hann okkara toppskjútti.
Við sigrinum heldur AB landsliðssteðg á uppflytingarplássi. Komandi dystur verður eitt satt brak, tá nummar 2 og 1 í 1. deild, AB og Skála, bresta saman á Argjum leygardagin 14. juni.