Í kvøld fer arabiska sjónvarpsstøðin Al Jazeera at vísa ein atfinningarsaman dokumentarfilm um Danmark. Uttanríkisráðið í Keypmannahavn sigur, at tað fer at hyggja væl at filminum, tá hann kemur á skíggjan í kvøld. Ein heimasíða skrivaði í gjár, at filmurin lýsir Danmark sum eitt rasistiskt land. Danska uttanríkisráðið sigur, at gevur filmurin eina misvísandi mynd av Danmark, fer ráðið at gera vart við tað umvegis tær arabisku sendistovurnar í Danmark og tær donsku sendistovurnar í teimum arabisku londunum.