13. apríl í ár verður Ulrik Wilbæk 50-ára gamal, og sikken ein føðingardagsgáva, hann fekk sunnudagin. Hann hevur verið til ótallig endaspæl, sum landsliðsvenjari, hjá bæði kvinnum og monnum, og aldrin er hann komin heim aftur, uttan eitt heiðursmerki.
Hvør annar enn Wilbæk
Á fyrsta sinni nakrantíð, hevur harrahondbóltur í Danmark vunnið okkurt, og við hvørjum øðrum enn við Ulriki Wilbæk handan róðurið.
-Eg eri ómetaliga glaður fyri sigurin, og sera stoltur av dreingjunum. Hetta hava teir veruliga 100% uppiborið, sjálvt um tað mangan ikki sá so pent út, sigur Ulrik Wilbæk eftir dystin.
Danir vunnu dystin við fýra málum, og tað var næstan tann sami munurin, sum var í hálvleikinum. Danir vunnu 24-20, eftir at hálvleikstøðan var 13-10.
Vánalig byrjan
Petar Metlicic skoraði fyrsta málið í dystinum, og eftir sjey minuttir var støðan 4-0, áðrenn Lasse M. Boesen kundi skora fyrsta danska málið í dystinum, hálvan minutt seinni, og so vóru danir komnir veruliga í gongd.
Hóast danir vóru komnir í gongd í álopinum, tók tann kroatiski málverjin, Mirko Alilovic nærum pippið frá dønum, tá hann tað einu løtuna bjargaði nærum øllum.
Hvidt í heimsflokki
Við einum sonnum orkumáli, snaraði Lasse M. Boesen sær á og javnaði til støðuna 6-6, í 18. minutti. Tá so kanska heimsins besti hondbóltsleikari, Ivano Balic royndi seg í hinum endanum, vildi danski málverjin Kasper Hvidt tað ørðvísi. Hann bjargaði einum 100% møguleika, og so var hann veruliga komin í gongd. Hvidt hevur staðið í málinum í øllum dystunum hjá Danmark, hetta endaspælið, og bert í nýggju minuttum í fyrsta dystinum móti Noregi, slapp ein annar fram at.
Donsk leiðsla
Tá seks minuttir restaðu av fyrra hálvleiki var støðan 9-9, og tá so hálvi tvørámaðurin Hans Lindberg skoraði stutt eftir, kundi hann á fyrsta sinni í dystinum leggja danir á odda. Og tá so Lars Christiansen skoraði stutt aftaná, við enn einum kontramáli, byrjaði at líkjast einum góðum donskum hondbóltskvøldi.
Kroatar spæla vanliga hart og kontant, og tað er ikki altíð at teir verða revsaðir fyri tað, men tað blivu teir sunnukvøldið, og nógvar útvísingar komu teirra veg. Hetta hevði við sær, at danir kundu spæla meira frítt, og hevði sín absolutta leiklut í trýmáls hálvleiksleiðsluni hjá dønum.
Venjarin sá reytt
Í byrjanini vórðu kroatar í tveimum støðum bríkslaðir til at hava framt yvirtraðk í álopstøðu, og kroatiski venjarin, Ivica Udovicic var frá sær sjálvum av øði, og nakað inn í annan hálvleik fekk spanski dómarin nokk av geylandi psykopatinum á síðulinjuni, og so fekk kroatin burturvísing, eftir at hann stutt áðrenn hevði fingið sína seinastu ávaring.
Grundarlagið fyri sigrinum
Bo Spellerberg fann Michael V. Knudsen á strikuni, tá 38 minuttir vóru spældir, og hann skoraði til 17-11, men Balic fekk minkað um munin stutt eftir tað. Men stóra kroatiska stjørnan fall fyri svingandi sinni sínum og gjørdist frustreraður og byrjaði at brúka kjaft, heldur enn at spæla hondbólt, og so gekk av skriðuni, og onki hekk saman longur.
Tá Kasper Hvidt so samstundis byrjaði at bjarga nærum hvørjum einasta skoti, var grundarlagið fyri sigrinum lagt.
Gull eftir nervakent spæl
Sjey minuttir undan leikloki vóru danir á odda 21-18, og tann kroatiski venjarin fekk reytt kort og var rikin niðan á áskoðaraplássini, eftir at hann hevði brúkt kjaft sum ein svakur maður á síðulinjuni. Á donsku áskoðaraplássunum var rómurin í reinari ekstasu, meðan tað hinvegin var heldur kvirt hjá kroatunum.
Tá trýggir minuttir vóru eftir av dystinum kundi Lasse M. Boesen, við sínum sjeynda máli skora til endaligu støðuna 24-20.
Hetta er fjórða ferðin at danir hava staðið millum fýra tær bestu tjóðirnar til eitt stórt endaspæl, og fyrstu ferð, at tað er eydnast teimum at vinna.