Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá ið Danmark og Svøríki suðuri í Kairo vóru í grannauppgerð um HM heitið í hondbólti fyri menn.
Danmark vann 26 – 24 og danir hava harvið endurvunnið HM heitið, sum teir vunnu fyri fyrstu ferð fyri tveimum árum síðani, tá ið HM endaspælið var í Danmark og Týsklandi.
Eftir fyrra hálvleik var støðan 13 – 13. Tað vóru ongantíð fleiri enn tvey mál á muni, inntil miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið Danmark økti um leiðsluna at vera trý mál.
So var tað luturin hjá svium at renna aftaná. Teir spældu seg til góðar málmøguleikar, men danski málverjin Niklas Landin, sum verður roknaður at vera heimsins besti, vísti, at hann eisini í dag var avgerandi. Hann var øgiligur brandur millum stólparnar og bjargaði aftur og aftur, tá ið sviar vóru í heilt góðum støðum.
Og tá ið danski málverjin tveir minuttir undan leikloki bjargaði brotskasti, og lítli beiggin Magnus Landin í næsta álopi økti til 26 – 23, var tað greitt, at Danmark hevði endurvunnið HM heitið.
Úrslitið varð 26 – 24, og Danmark er aftur heimsmeistari.
Sviar eru sjálvandi ógvuliga vónbrotnir, nú tað ikki eydnaðist teimum at vinna gull. Men tá ið vónbrotið verður nakað burtur, so fara sviar saman við øllum øðrum at fegnast um, at tað eydnaðist hesum eykaliðnum hjá Svøríki at vinna silvurkrónurnar.
Eftir at fleiri av royndu spælarunum góvu avboð, fóru sviar - í sama flogfari sum danir og norðmenn - til Kairo við heilt óroyndum liði. Sviar hava tikið hondbóltsheimin heilt á bóli, og í dag vóru teir verdugir mótstøðumenn hjá Danmark, sum í dag hevur endurvunnið HM.
Svøríki, tvær ferðir Rumenia og tvær ferðir Frakland hava áður megnað at endurvinna HM heitið, og í kvøld er Danmark vorðið partur av fína selskapinum.