Danskir fiskimenn eru í dag so fokuseraðir um gott arbeiðsumhvørvi, at hetta nú eisini sæst aftur í hagtølum - við nógv færri álvarsligum vanlukkum umborð á skipum og bátum Danska Sjóferðslustýrið er komið við tølum fyri 2007 sum vísa, at einans 14 álvarsamar arbeiðsvanlukkur hendu umborð á donskum skipum og bátum í 2007. Við øðrum orðum merkir hetta, at bert tríggir av hvørjum 1000 fiskimonnum verða raktir av arbeiðsvanlukkum í eitt ár.
Hetta tal er nógv minni enn tølini fyri sigling í aðrari vinnu enn fiskivinnuni.
Taka vit skip niðanfyri 3.000 tons, vísa tølini, at í miðal 9,9 av hvørjum 1000 siglandi eru fyri skaðum og við skipum, sum eru størri enn 3.000 tons, er talið 6,7 í miðal fyri hvørji 1000 sjófólk.
Ein av teimum, sum fylgir væl við, hvussu gongur á hesum øki í fiskivinnuni, er Mogens Nielsen, stjóri í Fiskeriets Arbejdsmiljøråd, og hann ber fiskimonnum stórt rós.
- Fiskimenn taka trygdina í stórum álvara, og tað eru ikki onnur enn fiskimenninir sjálvir, sum taka sær av trygdini umborð á fiskiskipunum, sigur hann.
Tølini yvir arbeiðsvanlukkur umborð á fiskiskipum eru fallin í stórum stigum seinastu fýra árini..
Í 2001 og 2002 var talið av álvarsligum arbeiðsvanlukkum umborð á fiskiskipum 53. Í 2003 minkaði tað niður í 46, og í 2004 var talið 30.
Í 2005 vóru danir niðri á 27 arbeiðsvanlukkum fyri hvørjar 1000 fiskimenn ? og í 2006 var talið 24.
Metstóra minkingin var í 2007, tá talið av álvarsligum arbeiðsvanlukkum umborð á donskum fiskiskipum bert var 14.
Mogens Nielsen er sannførdur um, at ein orsøk til minkingina er trygdarskeiðið, sum tekur tríggjar vikur, sum yngra ættarliðið tekur, áðrenn lagt verður út á hav.