Danski búskapar- og vinnumálaráðharrin, Brian Mikkelsen, sigur, at hann er til reiðar at selja tann danska partin av skandinaviska flogfelagnum SAS. Hann sigur við Politiken, at felagið skal tó ikki seljast, fyrr enn tað ber til at fáa tann rætta prísin.
-Vit eiga at umhugsa sølu, tá fíggjarkreppan er hasað av. Pengarnir høvdu komið væl við, tí vit hava brúk fyri teimum til at reka vælferðarsamfelagið við. Harafturat havi eg staðfest, at privat feløg úti í heimi hava fingið betri úrslit enn SAS, sigur Brian Mikkelsen við blaðið.
Danmark, Noreg og Svøríki eiga helmingin av partabrøvunum í SAS, og privatir íleggjarar eiga hin helmingin. Stjórnirnar í Oslo og Stockholm hava longu sagt, at tær eru til reiðar at selja.