Danmark hevur EM stjørnurnar við til Føroya

Landsliðsvenjarin roknar við, at góða gongdin frá fyrr í ár fer at halda fram, tá ið Danmark fer at spæla ímóti Skotlandi, Føroyum og Ísrael

Um eina stóra viku verður aftur farið undir kappinga um at sleppa við til HM endaspælið í 2022.

 

Fyrsta september skulu Føroyar spæla á heimavølli ímóti Ísrael, og sama dag fær Danmark vitjan av Skotlandi. Fjórða september fáa Føroyar vitjan av Danmark.

 

Í gjár varð føroyski hópurin almennur, og í dag hevur danski venjarin Kasper Hjulmand havt tíðindafund, har hann hevur boðað frá, hvørjum spælarum hann hevur sent boð eftir. Umframt ímóti Skotlandi og Føroyum skal Danmark spæla ímóti Ísrael, og venjarin hevur sent boð eftir 26 spælarum.

 

Talan er fyri tað mesta um spælarar, sum í summar vóru við í EM endaspælinum, har tað eydnaðist Danmark at vinna seg í hálvfinaluna. Undantakið millum lyklaspælararnar er Christian Eriksen, sum ikki er komin fyri seg enn, eftir at hann í fyrsta dystinum í summar small um eftir hjartasteðg.

 

Í vár spældi Danmark tríggjar dystir. Danir vunnu fulla úrtøku við málmuninum 14 – 0, og venjarin vónar, at tað fer at eydnast at halda fram í sama stíli sum í vár, og sum Danmark vísti síðsta partin av EM endaspælinum í summar. Um tað eydnast Danmark at vinna allar tríggjar dystirnar, sum vera næstu tvær vikurnar, so verður Danmark tryggjað pláss í HM endaspælinum, sum verður í Katar í november og desember 2022. Fyrsti dysturin verður 21. november, og finalan er sett at vera 18. desember 2022.

 

Boðsendu spælararnir eru hesir:

 

Málverjar

 

Frederik Rønnow

Jonas Lössl

Kasper Schmeichel

 

Verjuspælarar

 

Andreas Christensen

Jannik Vestergaard

Jens Stryger Larsen

Joachim Andersen

Joakim Mæhle

Nicolai Boilesen

Rasmus Nissen Kristensen

Simon Kjær

 

Miðvallarar

 

Anders Christiansen

Christian Nørgaard

Daniel Wass

Mikkel Damsgaard

Philip Billing

Pierre-Emile Højbjerg

Rasmus Falk

Thomas Delaney

 

Álopsspælarar

 

Andreas Cornelius

Andreas Skov Olsen

Jonas Wind

Kasper Dolberg

Martin Braithwaite

Mohamed Daramy

Yussuf Poulsen