Seinastu dystirnir í bólkaspælaninum í EM-undankappingini til EM 2016 í Fraklandi vóru spældir í gjárkvøldið, og tí er endaliga støðan nú greið.
Tey bæði bestu liðini í hvørjum av teimum níggju bólkunum, umframt besta liðið á triðja plássi og vertstjóðin, komu beinleiðis víðari úr bólkaspælinum. Hini átta liðini, sum endaði nummar trý í sínum bólki, skulu nú spæla play-off dystir móti hvør øðrum.
Tey 20 liðini, sum komu beinleiðis víðari eru:
Frakland (vertstjóð)
Ongland
Portugal
Spania
Italia
Týskland
Sveits
Belgia
Tjekkia
Rumenia
Pólland
Russland
Slovakia
Kroatia
Turkaland
Ísland
Eysturríki
Norðurírland
Wales
Albania
Tey átta liðini, sum endaðu nummar trý, vera nú býtt í tvey, ein bólk av seedaðum liðum og ein av óseedaðum.
Eitt seedað lið skal síðani spæla móti einum óseedaðum liðið yvir tveir dystir.
Tey seedaðu liðini vera:
Ukraina
Svøríki
Bosnia-Hersegovina
Ungarn
Óseedaðu liðini eru:
Danmark
Írland
Slovenia
Noreg
Fyrru playoff-dystirnir verða spældir 12., 13. og 14. november, og teir seinnu annaðhvørt 15., 16. og 17. november.
Sostatt er møguligt, at tað verður ein norðurlends grannauppgerð í playoffdystinum. Svøríki kann møta bæði Danmark og Noreg.
Tað er eisini møguligt, at heili fýra norðurlendsk lið vera umboðaði í EM komandi summar, um Svøríki, Noreg og Danmark øll vinna sínar playoffdystir.
Hinvegin, so er eisini møguleiki fyri, at Ísland einsamalt má verja æru víkinganna í Frankaríki, um Svøríki, Noreg og Danmark skuldu tapt sínar play-off dystir.