Tað var so góð reklama fyri hondbóltin, sum tað kann vera, tá ið Danmark í kvøld í Jyske Boxen í Herning vann sannførandi sigur á Spania í fyrsta dystinum í miðumfarinum. Danmark vann 31-28, og harvið hevur Danmark mest sum tryggjað sær pláss í hálvfinaluni. Treytin er, at Danmark vinnur eitt stig í dystunum ímóti Ungarn mánadagin og Íslandi mikudagin.
Tað kann væl vera, at Spania verður annað av liðunum í hini hálvfinaluni.
Fyri einum ári síðani tapti Danmark HM finaluna ímóti Spania vð 16 málum. Sigurin í kvøld var vorðin sum hevnd fyri risa stóra tapið.
Serliga stórur munur á liðunum var í málverjunum. Meðan tað lá illa fyr hjá sponsku málverjunum, so var avrkið hjá danska málverjanu Nicklas Landin framúr.