Longu undan dystunum í kvøld var tað mest sum greitt, at Danmark ikki verður partur av HM endaspælinum næsta summar. Í kvøld setti Danmark punktum fyri hesi undankappingini við rimmar 6-0 sigri í Parkini ímóti Malta, sum var fullkomuliga fyri ongum.
Endaliga uppteljingin vísir, at Danmark endaði næstfremst í bólkinum. Men Danmark eigur soltnastu úrtøkuna av øllum níggju tveyarunum, og tí er Danmark einasti tveyarin, sum ikki sleppur upp í part í avgerandi dystunum um hálvan november.
At Danmark rakk næstfremsta plássinum komst eisini av, at Bulgara kiksaði á heimavølli ímót Tjekkia, sum vann 1-0.
Svøríki hevði longu undan umfarinum í kvøld tryggjað sær rættin til at taka lut í dystunum í november. Í kvøld hevði Svøríki vitjan av Týsklandi, sum longu hevði tryggjað sær bólkasigurin og harvið rættin at spæla í Brasil næsta summar.
Úrslitið sigur, at talan var um framúr undirhald. Týskland vann 5-3, eftir at Svøríki var frammanfyri 2-0, og Svøríki svaraði aftur við at skora fýra mál á rað!
Stóri maðurin í kvøld var Andre Schürrle, sum í eitt stórt korter miðskeiðis í 2. Hálvleiki skoraði trý tey síðstu týsku málini og harvið gjørdi hattrikk!