Við at spæla 1-1 móti Íslandi í kvøld, hevur tað eydnast Danmark U21 at spæla seg til EM í Kekkia 2015.
Tað var annars danski landsliðsvenjarin sum undan dystinum segði, at Ísland í hvussu er ikki megnaði at skora móti Danmark.
Men tað gjørdi Ísland. Enntá tvær ferðir.
Fyrru ferð var góðar 10 minuttir áðrenn leiklok, tá danski málverjin klossaði eitt høgt innlegg inn í málið. Eitt sindur óskiljandi dømdi dómarin fríspark móti íslendska áleyparanum, og málið var kolldømt.
Tá klokkan fór um 90 minuttir, eydnaðist tað so Danmark at leggja seg á odda eftir eitt horna. Men her endaði tað ikki, tí í 92. minutti fekk Ísland tildømt eitt brotsspark, sum teir síðani seta í málið.
1-1 endaði hesin dysturin, og tá tann fyrri í Aalborg endaði 0-0 merkti tað, at Danmark vann samanlagt við útivallarmálinum.
ÍslandU21-DanmarkU21 1-1 (0-0)
90. 0-1 Nicolaj Thomsen
93. 1-1 Skuli Jón Friðgeirsson (brts)