Danmark vann á Ungarn - Øll liðini í bólki B hava tvey stig

Aftaná sigurin hjá Danmark á Ungarn er alt púra opið í okkara bólki

Júst sum Julian J. Johansen U20-landsliðsvenjari segði undan EM U20-endaspælinum í Portugal, so er okkara bólkur, bólkur B ein dynamittbólkur.

 

Og tað kann staðfestast aftaná øll liðini hava leikt tveir dystir, tí øll fýra liðini hava vunnið ein dyst og hava tapt ein dyst.

 

Fyrr í dag taptu Føroyar tepurt 27-28 (15-18) fyri Slovenia, og fyri løtu síðani vann Danmark við góðum avriki í seinna hálvleiki 28-25 (16-18) á Ungarn.

 

Sunnudagin spæla Ungarn og Føroyar klokkan 12, og Danmark og Slovenia klokkan 14.30. Um Føroyar vinna eru vit millum átta tey fremstu liðini í kappingini, og skulu spæla í ovara millumspælinum.

 

Støðan:

 

1.  Ungarn 2 stig + 6 mál

 

2. Danmark 2 stig + 2 mál

 

3. FØROYAR 2 stig  0

 

4. Slovenia 2 stig - 8 mál